Sjálvvirkandi kortgjalding

Við eini kortavtalu, verða tínir fakturar altíð goldnir sjálvvirkandi á gjaldsdegnum, sum stendur á fakturanum.

Kostnaður: ókeypis.

Betalingsservice

Við eini Betalingsservice gjaldsavtalu verða tínir fakturar rindaðir sjálvvirkandi á gjaldsdegnum. Hvønn mánaða fært tú eitt gjaldsyvirlit í tín Netbanka, har tú sært hvønn tú rindar til, hvat tú rindar fyri og nær.

Kostnaður pr. mðr. 9,95 kr. (v/mvg)

LeverandørService

LeverandørService er ein gjaldsloysn til vinnukundar, har fakturar frá tínum veitara verða goldnir sjálvvirkandi á gjaldsdegnum. Tú fært altíð ein faktura í minsta lagi 7 dagar áðrenn upphæddin verður trekt, og tá hevur tú, um neyðugt, møguleika fyri at avvísa gjaldið.

Kostnaður pr. mðr. 9,95 kr. (v/mvg)